15.11.2010 - Hitapumpur til leigu!


Hitapumpur til leigu!

 Mánadagur 15. Nov 2010 13:45

Nú er møguligt at leiga eina luft/luft hitapumpu frá Reno-Vent. Hetta er ein upplagdur møguleiki fyri tey, ið eru farin í holt við at byggja, at brúka hitapumpuna sum fyribilshita, meðan byggingin fer fram. Hitapumpan er uppsett á eina plátu, ið verður sett ístaðin fyri eitt vindeyga. 

Hesin hátturin verður eisini brúktur á størri byggiplássum sum fyribilshiti, og er tað møguligt at leiga fleiri í senn.

Er áhugi at leiga eina hitapumpu, ring 66 11 00.