FUJITSU

FUJITSU

FUJITSU er ein Luft/Luft hitapumpa, ið blæsir bíliga heita luft inn í húsini. Fujitsu er ein tann mest haldføra hitapumpan á marknaðinum.

Fujitsu er serliga framleitt til tað norðurlendska veðurlagið, og er tann stillasta í sínum flokki. Sum flestu hitapumpur verður hendan stýrd frá einari tráðleysari fjarstýring og kann stillast at koyra sjálvvirkandi.

Plasma Clean
Umframt at spara fitt av peningi og orku fáa tygum eisini eitt betri inniklima takka hitapumpuni. Ì innipartinum er eitt filtur, ið tekur støvpartiklar og kann útbyggjast við eyka filtur, ið kallast Plasma Clean. Plasma Clean "brennur" partiklarnar vekk og er sera effektivt! Serliga fólk við Astma trupuleikum hava gagn av hesum.

LGC - 10 grad. funka
Er ætlanin at nýta hitapumpuna í summar- ella frítíðarhúsi, so kann tað løna at velja pumpuna við LGC funku. Hendan funkan letur pumpuna koyra heilt niður í 10 gradir, har vanligu pumpurnar koyra niður í 16 gradir.
Flestu summarhús, standa tóm meginpartin av árinum og tilrátt er at hava ein temperatur uppá min. 10-12 gradir fyri at halda fukt vekk. Her kann pumpan koyra alt árið við tilsvarandi bíligari drift.

SMS skipan
Sum eina eyka funku kunna tygum stýra hitapumpuni við einari SMS skipan. Frá telefonini kunna tygum senda eini SMS boð til hitapumpuna, har hon so lagar seg eftir hvørji boð hon fær. Er hitapumpan sett upp í summarhúsini, kanst tú biðja hitapumpuna hita tær húsini upp beint undan tú ætlar at vitja tey. Eisini bertil at ringja til hitapumpuna, har ein rødd fortelur um pumpan er í drift, hvat temperatururin er o.s.fr.


 

FUJITSU  
  

  • Innbygt plasma filtur
  • Framleitt til norðurlendskt veðurlag
  • Stillasta í sínum klassa
  • Dust og antibakteriufiltur
  • Umhvørvisvinarligt R410 kølievni
  • Orkuklassi: AA
  • Hitapumpu drift niður til -15C
  • Fujitsu við Plasma Clean 
  • Fujitsu við 10 grad funku 
  • Kassi fæst at verja útipartin við.
           
 
Trýst á fyri størri mynd

Samskifti

Ring á Tlf 661100

Reno-Vent Sp/f
Bryggjan 1
FO-420 Hósvík
Faroe Islands

renovent@renovent.fo