17.11.2010 - Kókandi vatn úr krananum

 

Kókandi vatn úr krananum!

 

 Mikudagur 17. Nov 2010 10:12

TrioTap er navnið á nýggjasta krananum frá Reno-Vent.
Tað sum er sermerkt við hesum krananum er at tú fært kókandi heitt vatn úr honum. Kranin hevur kalt/heitt sum vanligir kranar, men hevur eisini møguleika fyri kókandi heitt vatn.
Ein tangi undir borðinum, gevur kókandi heitt vatn beinanvegin, so tær nýtist ikki at bíða til ketilin er kókaður, tá tú ætlar at bryggja ein kaffi ella té-munn.
Hvussu lætt hevði tað ikki verið at kóka egg ella pasta? Ella at skolda suttusløskurnar og køksreiðskap?
Tá TrioTap fyrst er komin í køkin kann hann ikki verða fyri uttan.
Kranin er eisini í framsýning í handilshølið okkara í Hósvík, har til ber at síggja hann.