27.11.2010 - NilAIR ventilatión

 

NilAIR ventilatión
Leygardagur 27. Nov 2010 13:40

NilAIR er ein slanguskipan til ventilatión. Hesar slangurnar verða brúktar ístaðin fyri blikkrør ella spirorør, sum vit longu kenna. Av tí at slangurnar einans máta 75mm í diametur, er hetta ein góð loysn til trongar umstøður. Slangurnar eru flexiblar og sterkar, og kunnu leggjast í gólv, vegg, ella loft.

  
Her sæst hvussu slangurnar verða slagdar upp undir loft og niður í gólv.

Slangurnar eru eisini lættar at samanseta og klára tey flestu tað. Her nýtist nemliga einki amboð! Til ber eisini at fáa eina tekning yvur slanguskipanini, so kundin sær hvussu slangurnar verða lagdar.
Faldari sæst her! 
Ring 66 11 00 ella støkk framvið og fá eitt óbindandi tilboð frá sølufólk okkara.
Omanfyri sæst myndasavn við NilAIR