Slangukagi

Kamera

Ein av tænastunum vit bjóða okkum framm við er sokallaða “See Snake” sum er eitt upptøkutól við ljósi, á eini 60 mtr. langari slangu. Slangan er sett til ein sjónvarpsskíggja, og DVD brennara. Tað vil siga at møguligt er at gjøgnumlýsa Kloakkir, brunnar o.a og brenna hetta á fløgu.

Hetta kann eisini nýtast til onnur endamál enn kloakkir, kann t.d. eisini brúkast á sjónum.

Við upptøkutólið er innbygdur ein sendari, soleiðis at um ein t.d. gjøgnumlýsir kloakkrør, og staðfestir eitt brot ella ein propp, er møguligt at staðfesta neyvt hvar brotið/proppurin er og hvussu djúpt røri liggur undir jørðini. Hetta kann spara einum frá at brekka gólv o.a. upp, um ein ikki finnur proppin/brotið.

Eisini væl egna til nýggjar kloakkir, áðrenn avhandan at gjøgnumlýsa rørini og brenna hetta á fløgu, sum kann lætast arbeiðsánaranum við avhandan.

Hetta er ein tænasta vit hava bjóða okkum fram við í eina tíð og er áhugi, eru tygum vælkomin at ringja á tlf 66 11 00, so vit kunnu avtala tíð og stað til eina gjøgnumlýsing.

Tænastur

Samskifti

Ring á Tlf 661100

Reno-Vent Sp/f
Bryggjan 1
FO-420 Hósvík
Faroe Islands

renovent@renovent.fo