Søgan

Søgan

Reno-Vent var stovnað 10.07.1996, og endamálið við felagnum var sum navnið sigur, at reinsa og viðlíkahalda ventilatiónsverk.

Mitt í 90'unum vóru ikki góðar tíðir í Føroyum, og vísti tað seg at, reinsan og viðlíkahald av ventilatión var í nógvum førum, tað fyrsta sum var spart burtur.

So var farið undir at kannað aðrar møguleikar. Byrjað bleiv so í smáðum at gera HVS uppgávur av ymiskum slagi, og sum tíðin leið, vaks talið á starvsfólkum frá einum til trýggjar mans til 2001. 

Ì seinnnu helvt av 2001, byrjaðu vit at bjóða uppá størri arbeiðir, og vaks talið á starvsfólkum skjótt, og í 2003 vóru vit 11 starvsfólk. í 2004 blivu vit 13.

Ì samband við at felagið vaks, var nýggjur bygningur við skrivstovu og handil bygdur í Hósvík. Av tí at felagið gerð arbeiði ymsastaðni í landinum, var avgjørt at byggja í Hósvík.

Ì 2005 kom Reno-Vent sum teir fyrstu í Føroyum við hitapumpum. Fyrsta hitapumpu-skipanin var sett upp í hósvík í 2005, og eru hundratals komnar afturat árini eftir.

Ì 2008 vóru nógv størri arbeiðir í gongd og hevði felagið tá heili 30 mans í arbeiði. Runavíkar skúli og umbyggingin á landsjúkrahúsinum vóru nøkur.

 

Um Reno vent

Samskifti

Ring á Tlf 661100

Reno-Vent Sp/f
Bryggjan 1
FO-420 Hósvík
Faroe Islands

renovent@renovent.fo